Kofi logo

Um Kofi

Kofi arbeiðir við fibur og koax installatiónum, test og uppsetan av parabolum. Virksemið er bygt á drúgvar royndir innan fibur og koax innlegginum, har dentur altíð hevur verið lagdur á góðsku, álítandi loysnir og persónliga tænastu. Kofi er stovnað við tí endamáli at veita einfaldar, haldgóðar og framtíðartryggar loysnir innan fibur og koax, bæði til sethús, smærri verkætlanir og industri. Umframt installatión verður eisini dentur lagdur á væl útgreinaðar testir, góða dokumentatión og trygga, haldgóða uppsetan, so kundin fær eina loysn, sum riggar frá fyrsta degi. Vit arbeiða tætt saman við kundanum og leggja stóran dent á smidleika, skjóta avgreiðslu og persónliga ráðgeving. Máli hjá okkum er, at altíð veita eina góða tænastu og harvið hava ein nøgdan kunda.